
Her er heimasíðan um gittarleikaran Ólavur Jakobsen »
Síðan kunnar um tónleikaliga virksemi hansara og eisini verður tónleikur at síggja á hesi síðuni.
Bæði tónleikur, ið Ólavur hevur sett út fyri solo gittara, kamartónleik og samanspælstilfar.


OlavurJakobsen.Com @ 2009 |
• Nýggj fløga »
Ólavur framførir stóra soloverkið fyri gittara á portett-fløga av tónaskaldinum Sunlifi Rasmussen. Verkið varð skrivað til Ólav og er hetta nú komið út á fløgu saman øðrum tónleiki, ið Aldubáran spælir á fløguni, ið kom út 18. mars 2011

• Ókeypis tónleikur » Edvard Grieg: Anitras Dans Ólavur Jakobsen hevur lagt tilrættis fyri violin og gittar
• FramRás - nýtt tiltak » Nýggj festival har ið dentur varð lagdur á klassiskan tónleik. Olavur luttók í frumframførslu av verki hjá tónaskaldinum Tróndi Bogasyni

• Innspæling av tónleiki » Ólavur hevur, saman við klrainettleikaranum Onnu E. Klett, júst innspælt verk fyri klarinett og gittara, ið tónaskaldið Kristian Blak hevur skrivað. Innspælingarnar vóru gjørdar í Bach Studio í Keypmannahavn. Fløgan kemur út seinni í ár.

• Nýggjárskonsert 2010 » 6. árið á rað, var Ólavur vertur á árligu Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Konsertin varð send beinleiðis í sjónvarpi og seinni í útvarpi

• Fløga útkomin » Ólavur luttekur á fløgu, ið sangarin Peter Hentze Niclasen gevur út við sangum eftir m.a. Regin Dahl, Højgaard, Britten, J.S. Bach, Dowland og Bjarna Restorff

• Kári Bæk: Nýtt verk » Frumframførsla av nýggjum verki fyri sologittara á konsert í samband við Heyst-framsýningina í Listarhøllini á Skipasmiðjuni
• Jógvan Waagstein » Tónleikur eftir Waagstein tikin framaftur og lagdur til rættis fyri gittara nótar
• Suður Afrika » Masterclass og soloframførslur av føroyskum tónleiki á konsertrundferð í Suður Afrika
• Sang og gittar » Samstarv við tenorin Peter H. Niclasen
• Eysturríkisferð » Konsertferð til Wien við Aldubáruni
• Søgulig opera » Fyrsta føroyska opera stórliga fagnað uttanlands
• Spæl og framleiðsla » Hanus G. Johansen heiðrar norskum yrkjara
• Spæl » Páll Sólstein og Aldubáran við nýggjari fløgu
|