ÓLAVUR JAKOBSEN

 

guitarist

FORSÍÐA   ÆVISØGA   INNSPÆLINGAR   SAMBAND  

 

ÆVISØGA   _____________________________

 

Ólavur Jakobsen, f. 1964,  er av Kamarinum í Havn. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla gittara. Spældi hjá m.a. pápanum Eyðbjørn Jakobsen og seinni eisini hjá Hans Christian Clementsen. Í fyrstani var tað vanligur popp/rock/country ið hann  spældi. Fyrimyndirnar tá vóru - og eru enn -  The Beatles, Chet Atkins, Hank B. Marvin, Django Reinhardt, Jimi Hendrix og Jimmy Page úr Led Zeppelin.

 

Eftir at hava hoyrt eina innspæling við spanska meistaranum Andrés Segovia og seinni Julian Bream,  setti Ólavur sær fyri, at læra  at spæla á klassiskan gittara.

Eingin musikkskúli var tá, og lærarar vóru sum lundi á jólanátt. Hann lærdi seg tísskil sjálvur at lesa nótar eftir eini saksofonbók og at spæla klassiskt við at lurta eftir Segovia-plátum. 

 

 

 

 

Hann fór blaðungur av landinum at nema sær miðnámsútbúgving við tónleiki sum sergrein.

 

Hann var so at siga sjálvlærdur innan klassiskt gittarspæl, tá ið hann, í fyrstu roynd, kom gjøgnum nálareygað á tónlistarskúlanum í Keypmannahavn. Tó fekk hann stutt skifti leiðbeing og undirvísing frá guitarleikaranum Jesper Lützhøft. 

 

Hann hevur útbúgving sum gittarleikari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann tók diplomprógv í 1995. Lærari hansara var Ingolf Olsen. Harafturat hevur hann námsfrøðiligt prógv í gittar og el-gittarafrálæru av sama skúla.

 

Ólavur var ársskeiðið 93/94 í Frankaríki. Hann var næmingur hjá Roland Dyens, núverandi professara á Conservatoire Superieur í París.

 

Umframt lesnaðin, hevur Ólavur luttikið á masterclassum hjá m.ø. Sir Julian Bream, David Russell, Milan Zelenka, Göran Söllscher, Gunnar Spjuth, Lars Ulrich Mortensen og José Ribera.

 

Ólavur er sera virkin sum einleikari, kamartónleikari, fylgileikari, lærari og studiotónleikari.  Hann hevur ferðast kring alt Evropa sum tónleikari.  Í  2005 var Ólavur á konsertferð í USA við violinleikaranum Moniku Stauss Joensen. Í 2008 var hann á solokonsertferð í Suður Afrika, har ið hann hevði konsertir og master-class.

 

Ólavur frumframførdi saman við Føroya Symfoniorkestri,  fyrstu føroysku gittarakonsert eftir Edvard N. Debess í 1994.

 

Tónaskøld hava skrivað tónleik til hansara og hevur hann frumframført solo– og kamarverk eftir m.a. Per Nørgård, Sunleif Rasmussen, Edvard N Debess, Kristian Blak, Axel Borup-Jørgensen, Pierre Dørge og Hsueh-Yung Shen.

 

Hann hevur luttikið á ørgrynnu av fløgum og innspælingum við m.ø. Aldubáruni, Corona Guitar Kvartet, CAPUT, Collegium Musicum, Ernst Sondum Dalsgarð, Sonnu í Brekkunum, Jóannes Jakobsen, Nicolinu av Kamarinum, Lív Dam, Hanus G. Johansen, Peter Hentze Niclasen, Hans Iversen og Håkan Hagegård.

 

Ólavur var ein av stovnandi limunum í tónleikabólkinum Aldubáruni og virkaði eisini sum dagligur leiðari og nevndarformaður (1998-2005).

 

Harafturat hevur hann virkað sum produsari og tilrættisleggjari á fløgum hjá Hanus G. Johansen og Aldubáruni.

 

Eisini hevur Ólavur havt álitisstørv m.a. í nevndini í Konsertfelagnum (2004-2008), tónleikaumboð í Listarleypinum hjá Norðurlandahúsinum (2007-2009), umframt at hann hevur verið føroyskt umboð í dómsnevndini í Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins (2007 og 2008)

 

Hann er formaður í Einleikarafelag Føroya, ið er felag fyri føroyskar yrkistónleikarar innan klassiskan tónleik.

 

Hann hevur verið Kringvarpsfrásøgumaður á Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri og hevur samskipað sjónvarpssendingar við ungum tónleikarum.

 

 

 

Myndafrásøgn

 

 

 

 

 

 

 

 

                                         OlavurJakobsen.Com @ 2007

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndafrásøgn

 

 

 

Verkætlanir:

 

•  Kári Bæk: Nýtt verk »  Ólavur frumframførdi nýtt verk fyri sologittara á konsert í samband við Heyst-framsýningina í Listarhøllini á Skipasmiðjuni 

•  Jógvan Waagstein »   Tónleikur eftir Waagstein tikin framaftur og lagdur til rættis fyri gittara   nótar

•  Suður Afrika »   Masterclass og soloframførslur av føroyskum tónleiki á konsertrundferð í Suður Afrika 

• Sang og gittar »     Samstarv við tenorin Petur H. Niclasen

• Eysturríkisferð »
Konsertferð til Wien við Aldubáruni

• Søgulig opera »
Fyrsta føroyska opera stórliga fagnað uttanlands

• Spæl og framleiðsla »
Hanus G. Johansen heiðrar norskum yrkjara

• Spæl »
Páll Sólstein og Aldubáran við nýggjari fløgu