ÓLAVUR JAKOBSEN

 

guitarist

FORSÍÐA   ÆVISØGA   INNSPÆLINGAR   SAMBAND  

 

KOMANDI TILTØK og KONSERTIR   ___________

 

 

 

Innspæling av verkum fyri klarinett og gittara

 

Ólavur hevur, saman við klrainettleikaranum Onnu E. Klett, júst innspælt verk fyri klarinett og gittara, ið tónaskaldið Kristian Blak hevur skrivað.

 

Innspælingarnar vóru gjørdar í Bach Studio í Keypmannahavn. Fløgan kemur út seinni í ár.

 

 

 

Innspæling av soloverki_________________________________________

 

Innspælingarnar av stóra soloverkinum Guitarsuite eftir Sunleif Rasmussen, eru nú lidnar.

 

Innspælt hevur verið á Velbastað í upptøkuhølunum hjá Jónas Bloch Danielsen. Tróndur Bogason hevur miksað upptøkurnar og er tað sannlíkt danska plátufelagið Dacapo, ið gevur fløguna út.

 

Nær fløgan kemur út, er enn ikki víst.

 

 

Hetta ein portrett-fløga an Sunleif, har ið tónleikarar í Aldubáruni spæla.

 

 

 

 

GOMUL TILTØK og KONSERTIR ______________________

 

Nýggjárskonsert 2010 í Norðurlandahúsinum

Fyri 6. ferð á rað, var Ólavur Jakobsen vertur fyri Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri.

Konsertin varð send beinleiðis í sjónvarpinum og stúgvandi fult var sjálvandi í Norðurlandahúsinum til konsertina.

 

Bernharður Wilkinson stjórnaði og Maria Lyudko var solistur

 

 

Ólavur Jakobsen og Maria Lyudko

 

 

Nýtt verk fyri sologittara ___________________________________

Stúgvandi fult var av fólki, ið lýddu á, meðan tónleikarar úr Aldubáruni framførdu í Listarhøllni á Skipasmiðjuni í Havn leygardagin 26. september. Hølið er sera væl egnað til smærri samanspæl eisini fyri sololjóðføri.

Ólavur frumframførdi verk fyri sologittara eftir tónaskaldið Kára Bæk.

Kári hevði, við íblástri frá málningum eftir Torbjørn Olsen, Ingálv av Reyni, Frimod Joensen og S.J. Mikines við á einari myndasýning í tónum.

Hetta er fyrsta soloverkið, ið Kári Bæk skrivar til Ólav, men hevur Kári mangan havt gittara við í kamartónleiki, so hann skrivar hegnislga fyri ljóðføri.

Verkið, ið er umbiðið av og skrivað til Ólav, ber heitið Myndir. Verkið er bygt upp sum ein myndasýning, har ið byrjað verður við einum Inngangi. Síðani koma myndirnar ella málningarnir, og ímillum málningarnir er Spák.

Verkið:

Kári Bæk(f. 1950): MYNDIR (2009) frumframført 26. september 2009

Ólavur Jakobsen í Listarhøllini á Skipasmiðjuni

 

 

Konsertferð til Suður Afrika september 2008__________________________

 

Í septmeber 2008 luttók Ólavur Jakobsen á New Music Indaba í Suður Afrika.

Hann framførdi einsamallur á konsert á UNISA í høvuðsstaðnum Pretoria. Hetta var ein søgulig konsert, tí hann framførdi eina heila skrá, bert við føroyskum gittartónleiki. Hetta mann vera fyrsta gittarkonsert við slíkari skrá.

Á skránni var tónleikur skrivaður til Ólav Jakobsen av m.a. Sunleif Rasmussen og Kristian Blak, men eisini var eldri føroyskur tónleikur av m.a. Jógvan Waagstein, ið Ólavur hevði sett út fyri gittara, á skránni.

Dagin eftir hevði Ólavur ein sokallaðan masterclass, har ið hann undirvísti gittarleikarum, ið lósu við lærda tónlistarskúlanum í Pretoria, University of South Africa, Tschwane

Síðani luttók hann á verkskeiði, ið var partur av New Music Indaba.

Hann framførdi eisini á University of the Witwatersrand, í Johannesburg, ið er fólkaríkasti býur í Suður Afrika. Har búgva eini 5 milliónir fólk.

Har framførdi hann solo og saman við floytleikaranum Helen Vosloo, ið er fyrsti solofloytuleikari í Johannesburg Symphony Orchestra.

Ólavur Jakobsen og Helen Vosloo framføra á Wits í Johannesburg

 

Kristian Blak og Ólavur Jakobsen á konsert í Tshwane (Pretoria)

 

Leinkja til skrá fyri New Music Indaba 2008

 

 

 

Gøtu-Tróndur heiðraður__________________________________________

 

Luttøka í framførsla saman við tónleikabólkinum Aldubáruni og solistunum Eivør Pállsdóttir, Rúni Brattaberg og kórinum Eystanljóð. Tónleikur eftir Gavin Bryars.

Konsertin varð hildin í samband við avdúkanina av standmynd av Gøtu-Trónda.

  • 12. juli 2008:      Gøtu kirkju

 

 

Summartónar 2008____________________________________________

 

Luttøka í framførslu av Suður Afrikanskum verkum, skrivaði júst til hetta høvið. Verkini vóru fyri Sinfoniettu og smærri verk fyri obo, floytu, trombon og gittar.

 

Eisini var soloverkið hjá Kristian Blak40 Mile Ground framført. Verkið er skrivað til Ólav og varð tað framført á konsertferðini kring oyggjarnar.

  • 3. juli:      Norðurlandahúsið (við Aldubáruni)
  • 4. juli:      Christianskirkjan í Klaksvík
  • 5. juli:      Gjáargarður, Gjógv
  • 6. juli:      Listasavnið, Sandur
  • 7. juli:      Kirkjan á Húsum

 

 

25 ára hátíðarhald í Norðurlandahúsinum_____________________________

 

Norðurlandahúsið fylti 25 ár og varðkonsert í hesum sambandi. Saman við Aldubáruni luttók Ólavur á hesi konsertini. Frumframførsla varð av verki eftir Kára Bæk. Eisini var Hanus G. Johansen og Aldubáran á skránni. Tey framførdu 2 sangir: Ulvar av fløguni "frå leddiken" og kenda lagið Saknur.

Konsertin varð send beinleiðis í Kringvarpinum.

  • 9. mai 2008:      Norðurlandahúsið (við Aldubáruni)

Norðurlandahúsið í Føroyum

 

 

 

Konsertir við tenorinum Petur H. Niclasen____________________________

 

Konsertir  við føroyska tenorinum Petur Hentze Niclasen. Á skránni vóru verk eftir Dowland, Britten, Donizetti og Verdi. Harafturat vóru sangir, ið Ólavur hevur sett út fyri sang og gittara av Regin Dahl og Hans Jacob Højgaard. Eisini sangur, ið Bjarni Restorff hevur skrivað til yrking hjá Carl Jóhan Jensen, varð framførdur á fyrsta sinni.

  • 10. apríl 2008:    í Ribarhúsi, Fuglafjørður  
  • 12. apríl 2008:    í Húsavíkar kirkju           
  • 13. apríl 2008:    í Mariukirkjuni, Tórshavn  

 

Ólavur framførir J.S. Bach í Húsavíkar kirkju

 

 

Les meira um samstarvið við Petur Hentze Niclasen

 

 

 

 

Konsertferð til Eysturríkis í oktober 2007                                                             

Konsertir í Wien og harumleiðir.

Framførslur við Aldubáruni og soloframførslur av verkum eftir m.a. Sunleif Rasmussen, Kristian Blak og Fernando Sor.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Soloframførsla av Mozart-variatiónum eftir Fernando Sor í Zwettl.

 

 

 

 

 

 

Jóhannes Andreasen, Øssur Bæk, Ólavur Jakobsen og Anna E. Klett framføra verk eftir Ferdinand Weiss.

Á konsertferðini varð m.a. frumframført verk fyri violin, gittara, klarinett og klaver eftir eysturríkska tónaskaldið Ferdinand Weiss. Verkið varð stórliga fagnað av áhoyrarum og ummælarum.

Á ferð til Zwettl verður steðgað á. Frá vinstru: Dr. Schulze, Frau Wagner, Ólavur, Dagmar, Andrea og Jóhannes.

 

 

 

Soloframførsla av Mozartvariatiónum eftir Fernando Sor.

 

 

 

Í Arnold Schoenberg Centre í Wien

 

 

Hesar vóru konsertirnar:

  • 5.  oktober:   Schoenberg-Zentrum (Wien)                               "Internationalen Schönberg-Kongresses"
  • 7. oktober:   Haus der Komponisten (Wien)  
  • 8. oktober:   Universität für Musik und darstellende Kunst (Wien)            Fanny Hensel-Mendelssohn Saal                                                                         
     
  • 9. oktober:   Stadtsaal (Zwettl)  

 

Konsertferðin var eitt stórt upplivilsi fyri allar tónleikararnar. Vit vóru sera væl fagnaði fyri spæl okkara og eisini føroyski tónleikurin fekk góð skoðsmál

 

 

 

 

DR. FREDERIC BALAZS - tónaskald, dirigentur og sannur tónleikavinur

 

17. september 2007 var lítil konsert og hugnaløta í Bátasavninum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík, har ið amerikumaðurin Dr. Frederic Balazs var heiðursgesturin.

 

 

 

DR. Balazs er føddur í Budapest í 1920 og kom sum blaðungur til Ameriku.

 

Hann hevur verið sera virkin sum violinleikari, tónaskald, dirigentur og eisini tónleikasjtóri fyri m.a. Tuscon Symphony Orchestra og leiðari av felagsskapinum Music and Arts for Youths í San Luis Obispo, California.

 

Monika Stauss Joensen hevur framført tónleik hansara á violin bæði í Føroyum og uttanlands og hevur Dr. Balazs skipað fyri konsertferðum hjá m.a. Moniku Stauss og Ólavi Jakobsen í USA í 2005.

 

Hetta vinalagið hevur, hóast longu frástøðuna, verið sera inniligt, og var Dr. Balazs komin allan tann langa vegin úr Arizona til Leirvíks, at hitta vinfólk.

 

 

Hesuferð heiðraðu hópin av leirvíkingum Dr. Balazs við tónleiki og hugnaligari samkonu.

 

 

  

 

 

Framførd varð lítil konsert við verkum fyri violin og gittara, m.a. Banjo and Fiddle, Czardas, Tartini-tónum og solostykki fyri gittara, Tango en Skai, eftir Roland Dyens.

 

  • 17. september 2007:      Báta- og Málningasavnið í Leirvík   

 

 

 

KODA/Gramex tiltak                                                                                                   

 

KODA er felagsskapur fyri tónaskøld, meðan Gramex er felagsskapur, ið verjir rættindi tónleikaranna. Verkskeið um tónleik á alnótini m.a. verður fyri limirnar. Harafturat verður almenn konsert um kvøldið. Har fer Aldubáran at framføra. Eisini verður framført saman við Hanus G. Johansen og danska fólkasangaranum Sebastian.

  • 16. august 2007:       Norðurlandahúsið    

 

Danski sangarin Sebastian, bjóðaði Aldubáruni at vera við á einum lagi. Tey framførdu ein stillisligan sang.

 

 

 

 

 

Hátíðarhald í samband við yvirtøku av Fólkakirkjuni                                              

 

Kirkjan og trúarmál vóru formliga yvirtikin Ólavssøkudag. Umframr røður og handan, var Kingosangur og kórframførsla á skránni.

Andrea Heindriksdóttir á floytu, saman við Ólavi at framførdu útsetingar av føroyskum løgum til hetta høvið. M.a. útsetingar hjá Kára Bæk og Ólavi Jakobsen. Frumframførd var útseting hjá Ólavi av verkinum hjá Jógvan Waagstein Paraphrasu fyri orgul frá 1949. Hesuferð í útseting fyri floytu og gittar.

  • 29. juli 2007:       Norðurlandahúsið  

 

 

 

 

Summartónar 2007                                                                                                       

Konsertir kring landið. Umframt at framføra saman við Aldubáruni,  frumframførdi Ólavur  nýggja sologittarverkið, ið Sunleif Rasmussen  hevur skrivað til hansara.

Eisin frumframførdi Ólavur, saman við Angeliku Nielsen og Mikael Blak, verk eftir 60-ára føðingardagsbarnið Kristian Blak. Hesin tónleikur er bert lutvíst niðurskrivaður, og er í stórum talan um improviseraðan tónleik.

Framførslurnar á Summartónum 2007:

  • 25. juni:    Fríðrikskirkjan (Toftir)    
  • 26. juni:    Norðurlandahúsið  (Tórshavn)     
  • 27. juni:    Listasavn Føroya  (Tórshavn)    
  • 30. juni:    Gjáargarður (Gjógv) 

    

  • 2. juli:       Listasavnið (Sandur)    (solo konsert)   sí skrá         

 

 

 

  • 4. - 11. juni 2007:    Rannsóknarferð eftir nýggjum gittara. Vitjað varð í London
  • 18.-19. mai 2007:   Upptøkuroyndir til Miðnámsútbúgving Tórshavnar Musikkskúla
  • 26.-30. mai 2007:    Upptøkur og redigering við samanspælsbólkinum á Musikkskúlanum

     

    Plakatdrongur ella  "working class hero"  Maj/Juni 2007 ___________

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

    Mótmælingslýsingar frá Musikklærarafelag Føroya í bløðunum, har ið gjørt varð vart við, at avtøka av tímapeningini til musikklærarar ið ferðast, fer at fáa avleiðingar fyri børnini á bygd.

     

     

     

     

     

  •