ÓLAVUR JAKOBSEN

 

guitarist

FORSÍÐA   ÆVISØGA   INNSPÆLINGAR   SAMBAND  

 

KONSERTFERÐ TIL EYSTURRÍKIS ___________

 

Konsertferð til Eysturríkis í oktober 2007                                                             

Konsertir í Wien og harumleiðir.

Framførslur við Aldubáruni av kamartónleiki og soloframførslur av verkum eftir Sunleif Rasmussen (Suita fyri gittara og prosessara), Kristian Blak (Dialogue fyri klarinett og gittara) og Fernando Sor (Variatiónir yvir lag eftir Mozart)

Eisini varð nýggjur eysturríkskur og føroyskur tónleikur framførdur. M.a. nýtt verk eftir eysturríkska tónaskaldið Ferdinand Weiss.

 

 

 

 

 

Ólavur framførir Suitu fyri gittara og prosessara eftir Sunleif Rasmussen í Fanny Hensel Mendelsohn Salinum í Wien

 

 

 

 

 

Jóhannes Andreasen, Øssur Bæk, Ólavur Jakobsen og Anna E. Klett

 

Á konsertferðini varð m.a. frumframført verk fyri violin, gittara, klarinett og klaver eftir eysturríkska tónaskaldið Ferdinand Weiss. Verkið varð stórliga fagnað av áhoyrarum og ummælarum.

 

Á ferð til Zwettl verður steðgað á. Frá vinstru: Dr. Schulze, Frau Wagner, Ólavur, Dagmar, Andrea og Jóhannes.

 

Hesar vóru konsertirnar:

  • 5.  oktober:   Schoenberg-Zentrum (Wien)                               "Internationalen Schönberg-Kongresses"
  • 7. oktober:   Haus der Komponisten (Wien)  
  • 8. oktober:   Universität für Musik und darstellende Kunst (Wien)            Fanny Hensel-Mendelssohn Saal                                                                         
     
  • 9. oktober:   Stadtsaal (Zwettl)  

 

Konsertferðin var eitt stórt upplivilsi fyri allar tónleikararnar. Vit vóru sera væl fagnaði fyri spæl okkara og eisini føroyski tónleikurin fekk góð skoðsmál.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fult var í Schoenberg Zentrum til konsertina hjá Aldubáruni

 

 

Saman við hinum limunum úr Aldubáruni,  ið vóru á konsertferð í Eysturríki: 

Anna Elisabeth Klett, klarinett,  Andrea Heindriksdóttir, floyta, Jóhannes Andreasen, klaver og Øssur Bæk, violin.

 

 

 

 

                                         OlavurJakobsen.Com @ 2007

Andrea Heindriksdóttir

Anna Elisabeth Klett

´

Ólavur Jakobsen

Øssur Bæk

Jóhannes Andreasen