MONIKA STAUSS JOENSEN ________________
Monika á violin og Ólavur á gittara, hava framført regluliga síðani 2003. Skrá teirra er sera fjølbroytt m.a. Paganini, Corelli, Giuliani, Czardas-tónar, Brahms og Grieg.
Tey hava framført til vanligar konsertir og tiltøk av allrahanda slag.
Umframt konsertir kring landið, hava tey m.a. verið á konsertferð í USA í 2005.
Tað var Music and Art for Youth, ið skipaði fyri ferðini. Stór áherðsla varð løgd á, at fáa ungdómi tónleik, frágreiðingar um og upplivingar við klassiskum tónleiki.
Her eru nakrar myndir frá ferðini:
|

Her eru tey avmyndaði saman við Frederic Balacz, ið legði konsertferð teirra á Los Angeles-leiðini tilrættis .
|
|
|

Á ferðini vóru eini sjey konsertir. M.a. framførdi og búðu tey í The Judges House í San Luis Obispo. Í hesum húsi, hava tveir amerikanskir forsetar gist: Theodore Roosevelt og McKinley.

Eingin løta fór til spillis á ferðini. Her verður vant uttanfyri The Judges House.

Hetta er ein "House Recital" í Cayucos í vakra Central Coast økinum. Sjónleikarakvinnan, Meg Ryan eigur hús nærindis, men hon var tíverri ikki heima !!!

Í baksýni Kyrrahavið.

Her er ferðalagið: Dagmar, Monika, Marjun og James

Dagmar royndi seg sum gittarleikara. Men hon átti heldur roynt at fingið leiklut í einum cowboyfilmi.

Ja, hetta er annað lívið !!!!!
|
|

Um tygum ynskja okkum at framføra til tiltak, so vinarliga ring á tlf. 443259 ella send t-post til okkara
|