
Nýtt verk fyri sologittara »
Stúgvandi fult var av fólki, ið lýddu á, meðan tónleikarar úr Aldubáruni framførdu í Listarhøllni á Skipasmiðjuni í Havn leygardagin 26. september. Hølið er sera væl egnað til smærri samanspæl eisini fyri sololjóðføri.
Ólavur frumframførdi verk fyri sologittara eftir tónaskaldið Kára Bæk.
Kári hevði, við íblástri frá málningum eftir Torbjørn Olsen, Ingálv av Reyni, Frimod Joensen og S.J. Mikines við á einari myndasýning í tónum.
Hetta er fyrsta soloverkið, ið Kári Bæk skrivar til Ólav, men hevur Kári mangan havt gittara við í kamartónleiki, so hann skrivar hegnislga fyri ljóðføri.
Verkið, ið er umbiðið av og skrivað til Ólav, ber heitið Myndir. Verkið er bygt upp sum ein myndasýning, har ið byrjað verður við einum Inngangi. Síðani koma myndirnar ella málningarnir, og ímillum málningarnir er Spák.
Verkið:
Kári Bæk (f. 1950): MYNDIR (2009) frumframført 26. september 2009
Inngangur
I Nólsoy, kvøldarljós (Tórbjørn Olsen)
Spák
II Sjálvsmynd (Frimod Joensen)
Spák
III Reytt regn (Ingálvur av Reyni)
Spák
IV Mykineskona (S.J. Mikines)
Postludium
Verkið varir eini 12 minuttir. So talan er um longri verk fyri sologittara.

Stúgvandi fulla Listarhøllin tók væl ímóti verkinum og framførsluni, og verður verkið framført við onnur høvið komandi árið.
Eisini verður verkið innspælt á fløgu við føroyskum gittartónleiki, ið Ólavur Jakobsen er í ferð við at innspæla.
Les meira um tónaskaldið her
OlavurJakobsen.Com @ 2007 |