• Komandi »

 

 

   ÆVISØGA   INNSPÆLINGAR   SAMBAND  


 

 

Jógvan Waagstein (1879-1949)  »   

Ólavur hevur lagt til rættis tónleik fyri gittara, ið tónaskaldið Jógvan Waagstein upprunaliga skrivaði fyri orgul. Verkið hevur heitið "Paraphrasa" og hevur sín íblástur úr gamla sálmalagnum "Ljómur". 

Waagstein skrivaði nógv góð løg og mann hann vera tað føroyska tónaskaldið, ið einamest breyt upp úr nýggjum á tí økinum.

Hann fekk sær útbúgving í orgulspæli, sangi og tónleikalæru í Keypmannahavn, m.a. hjá J.H. Nebelong, professara.

Waagstein uppteknaði og gav út "Gomul føroysk sálmaløg" og "Songløg". Hann røkti í nærum hálva øld starvið sum orgulleikari í Havnar kirkju.

Umframt tónleikin, so var Waagstein ein slóðbrótari innan føroyskan skúlaskap, málningalist og innan ítrótt.

Hetta er ikki á fyrsta sinni, at Ólavur hevur fingist við tónleik hjá Waagstein. Hann leikti og legði tilrættis sangirnar "Við reiðrið" (Hann rann sær kátur) og "Sirmi", ið er á fløguni hjá Sonnu Waagstein í Brekkunum, ið kom út í 2003.

Eisini hevur Ólavur javnan framført soloútgávur av songum Waagsteins á konsertum sínum víða um m.a. "Í Sirmi" og "Harra Guð, títt dýra navn og æra", ið Waagstein uppteknaði.

Nótar til "Paraphrasa"

 

 

   

 

 

 

 

 

 

 

                                         OlavurJakobsen.Com @ 2007

 

 

  

 •  Jógvan Waagstein »   Tónleikur eftir Waagstein tikin framaftur og lagdur til rættis fyri gittara

•  Suður Afrika »   Masterclass og soloframførslur av føroyskum tónleiki á konsertrundferð í Suður Afrika 

• Sang og gittar »     Samstarv við tenorin Petur H. Niclasen

• Eysturríkisferð »
Konsertferð til Wien við Aldubáruni

• Summartónar 2007 »
Luttakandi bólkar og konsertir

• Søgulig opera »
Fyrsta føroyska opera stórliga fagnað uttanlands

• Spæl og framleiðsla »
Hanus G. Johansen heiðrar norskum yrkjara

• Spæl »
Páll Sólstein og Aldubáran við nýggjari fløgu

 

 

Á nótastólinum

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen skrivar soloverk .....»» 

 

ÓLAVUR JAKOBSEN

gittarleikari