• Komandi »

 

 

   ÆVISØGA   INNSPÆLINGAR   SAMBAND  


 

 

Suður Afrika 2008 - konsertir og masterclass 
 

Í septmeber 2008 luttók Ólavur Jakobsen á New Music Indaba í Suður Afrika.

Hann framførdi einsamallur á konsert á UNISA í høvuðsstaðnum Tshwane (Pretoria). Hetta var ein søgulig konsert, tí hann framførdi eina heila skrá, bert við føroyskum gittartónleiki. Hetta mann vera fyrsta gittarkonsert við slíkari skrá.

Á skránni var tónleikur skrivaður til Ólav Jakobsen av m.a. Sunleif Rasmussen og Kristian Blak, men eisini var eldri føroyskur tónleikur av m.a. Jógvan Waagstein, ið Ólavur hevði sett út fyri gittara, á skránni.

Dagin eftir hevði Ólavur ein sokallaðan masterclass, har ið hann undirvísti gittarleikarum, ið lósu við lærda tónlistarskúlanum í Pretoria.

Síðani luttók hann á verkskeiði, ið var partur av New Music Indaba.

Hann framførdi eisini á University of the Witwatersrand í Johannesburg, ið er fólkaríkasti býur í Suður Afrika. Har búgva eini 5 milliónir fólk.

Har framførdi hann solo og saman við floytleikaranum Helen Vosloo, ið er fyrsti solofloytuleikari í Johannesburg Symphony Orchestra.

Ólavur Jakobsen og Helen Vosloo framføra á Wits í Johannesburg

 

Kristian Blak og Ólavur Jakobsen á konsert í Pretoria

 

Leinkja til skrá fyri New Music Indaba 2008

 

 

                                         OlavurJakobsen.Com @ 2007

 

 

   •  Suður Afrika »  Soloframførslur av føroyskum tónleiki á konsertrundferð í Suður Afrika 

• Sang og gittar »     Samstarv við tenorin Petur H. Niclasen

• Eysturríkisferð »
Konsertferð til Wien við Aldubáruni

• Summartónar 2007 »
Luttakandi bólkar og konsertir

• Søgulig opera »
Fyrsta føroyska opera stórliga fagnað uttanlands

• Spæl og framleiðsla »
Hanus G. Johansen heiðrar norskum yrkjara

• Spæl »
Páll Sólstein og Aldubáran við nýggjari fløgu

 

 

Á nótastólinum

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen skrivar soloverk .....»» 

 

ÓLAVUR JAKOBSEN

gittarleikari