ÓLAVUR JAKOBSEN

 

gittarleikari

 FORSÍÐA   ÆVISØGA   INNSPÆLINGAR   SAMBAND 

 

PETUR HENTZE NICLASEN   _____________

 

 

 

 

Fløgan, ið PLátufelagið TUTL gevur út, ber heitið eftir sangi hjá Bjarna Restorff "Fýra bjarkir"

 

Luttakandi:

Sangur: Peter Hentze Niclasen

Guitar: Ólavur Jakobsen

Piano: Bjarni Restorff

Recorded at Velbastað October 2008 and Tórshavn March 2009

Recording & Engineering: Jónas Bloch

Mixing: Jónas Bloch

Mastering: Master Touch Aps – Lehnert Kjeldsen

Recording Producers: Jónas Bloch, Bjarni Restorff and Sunleif Rasmussen

Cover & Layout: Fróði Djurhuus Sandoy and Kinna Poulsen

Photo: Hans Petur Hansen

Permumynd: Marius Olsen

Plátufelagið Tutl - Reynagøta 12 – FO-100 Tórshavn

Faroe Islands – Tel. (+298) 314815 – info@tutl.com – www.tutl.com

Peter sigur sjálvur um fløguna og sangirnar á henni:

Frá byrjan av var ætlanin, at fløgan skuldi vera fjølbroytt. Gamaní skuldu flestu sangirnir vera føroyskir, men sangirnir skuldu umboða bæði tað lætta lyndið og tær meira dimmbláu kenslurnar. Nú fløgan er innspæld, síggi eg, at hon leggur seg meira á tað sorgblíða. Men hetta er helst eisini meginklangurin í tí føroyska lagnum. Í øllum førum eru hetta sangir, sum eg kenni meg heima í, og sum mær dámar at syngja.

Sjálvandi leggja vit fyri við ’Morgunroðin lýsir’. Lagið hjá Regini Dahl er so leikandi lætt og hartil lætt at syngja.

Guitarin tykist leypa stein av steini, og alt kemur til lívs aftur. Sangurin er onki minni enn ein takkarkvøða til skapanarverkið.

Tað er spennandi og ein heiður at syngja eitt nýskrivað verk. ’Fýra bjarkir’ spennir rættiliga víða ­ nøkur oktavlop bæði niður og uppeftir í lagnum, sum ikki eru so løtt. Ólavur og eg byrjaðu at venja hetta nýskrivaða lagið eftir Bjarna Restorff. Tað tók skap, og Bjarni kom uppí við sínum viðmerkingum. Fyri meg er tað, sum tónaskaldið letur ein vind taka dik á seg í lagnum. Tú hoyrir eisini bløðini bleiktra í guitarspælinum hjá Ólavi.

’Bíða mær í nátt’ er sorgblídni lagt út á tónar. Í mun til aðrar innspælingar av lagnum havi eg sett ferðina eitt sindur upp fyri at fáa størri framdrátt. Sanglinjurnar verða knýttar saman tvær og tvær. Í síðsta versi spælir klaverið harðari og spælir ikki melodilinjuna. Hetta skapar fjølbroytni og gevur sanginum meira rúmd. Sami leistur verður brúktur í ’Eg elski tíni eygu’. Satt at siga var hesin tann tyngsti at syngja, men samanbundnu linjurnar góvu lagnum ein lættleika. Tað stuttliga var, at tá eg var liðugur við upptøkuna, so var tað átøkt einum wienervalsi.

’Ger tað sindrið, tú kanst’ er tann mest eksistentialistiski sálmurin, ið vit eiga. Jacob Dahl týddi, og sonurin Regin Dahl setti lag til. Eg valdi at gera tvey tempi. Hetta var fyri at fáa eitt brot ella skifti í sangin. Talan er um sera vakurt og einfalt lag, og hesi eru ofta tey truplastu at syngja. Tað sama kann av sonnum sigast um vøgguvísuna

’Góða mamma’. Bæði mamman og barnið eru í gevandi leiklutinum. Barnið tosar og spyr í teimum báðu fyrstu versunum, og mamman tosar í síðsta versi.

Her hoyra vit eisini ein vakran guitarsats eftir Ólav, og tú hoyrir barnið renna runt og undrast í guitarspælinum í øðrum versi.

Hesin sami eyðkendi norðurlendski friðurin heldur fram í ’Ég lít i anda liðna tín’. Hugtakandi íslendska lagið liggur væl til tenorrøddina. Lagið er sett hálvan tóna upp.

’Tonerna’ er á skránni hjá flest øllum, ið fáast við klassiskan sang. Á konsert fyri enskttalandi áhoyrarafjøld nevndi Jussi Bjørling hetta svenska lagið ‘Visions’ ­

ella sjónir. Sjónirnar fáa lív í tónunum ­ ella umvent .

Tove Ditlevsen var gift fýra ferðir, men hon tóktist alla tíðina at leita eftir kærleikanum. Fleiri danskir sangarar hava sungið yrkingina ’Så tag mit hjerte’. Ein tann kendasta innspælingin er við Aksel Schiøtz.

 

 

Tá eg búði og las í Aberdeen, fekk eg tokka til teir ensku sangirnar. ’Sailorboy’ er upprunaliga eitt fólkalag úr Appalachie fjøllunum í Kentucky, sum Benjamin Britten legði til rættis av nýggjum. Unglingurin hugleiðir fyri ungu gentunum, at ein teirra skal gerast sjómanskona. Tú hoyrir guitaran spæla heilt sjálvstøðugt, næstan uttan fyri sanglagið. Glaður og spákandi. Lættur á fótum. Britten legði eisini enska fólkalagið ’Bonny at morn’ til rættis av nýggjum. Hugsandi er, at tað fyrst hevur verið kent sum instrumentalt lag ­ víðgitna ‘sekkja’­pípan hoyrist væl aftur í lagnum. Sangurin er ein vøgguvísa um nývaknaða nýføðingin, men er samstundis um arbeiðið úti á markini og um sonin, ið er trekur at arbeiða og heldur liggur í songini. Sangurin hevur nøkur ógvislig lop. Britten hevur helst verið í góðum hýri, meðan hann sat við klaverið og umskrivaði sangin.

Enska renesansutónaskaldið John Dowland skrivaði nógvan kamarkendan tónleik fyri lut og sang. Nú á døgum er vanligt at nýta guitaran heldur enn lut. Hann vildi hava sangaran at nýta ein tunnan klang. Mær dámar væl at syngja sangirnar hjá Dowland. Skaldið John Donne yrkti ‘Come again’ um sama mundið, sum hann søkti starv í St. Paul’s Cathedral. Tí er yrkjarin ofta skrivaður at vera ókendur. Donne kundi ikki leggja navn til yrkingina, tí hon verður tulkað sum holdsligur ástarleikur millum mann og kvinnu. Dowland eigur eisini næsta sangin ‘Shall I sue’. Ein hoyrir væl tað eyðkenda sorgblíða huglagið í sanginum. Dowland segðist annars at vera ein fryntligur maður.

Hann var av dugnaligastu tónleikarum, millum annað var hann framúrskarandi lutleikari, men hann fekk ikki starv við hovið í Onglandi. Tí fjakkaði hann nøkur ár í Evropa. Eitt skifti var hann við danska hovið hjá Christiani 4.

Yrkingin ‘Sea fever’ eftir John Masefield sást fyrst á prenti í 1902 í savninum ‘SaltWater Ballads’. Sum aðrir dreingir, ið droymdu um ævintýr, fór Masefield blaðungur til sjós. Vallarahugurin er eyðsýndur í sanginum. Yrkingin kann eisini síggjast sum ein myndbering yvir lívsferðina og tær avbjóðingar, lívið býður okkum.

Nakrir av vakrastu sangunum eru jólasangir. ’Eg standi tíni krubbu hjá’ er bíbilska tilvísingin til vísmenninar, ið komu til Betlehem og stóðu við krubbu Jesusar. Vit kenna eisini lagið úr jólaoratoriunum eftir J.S. Bach. Fyri meg er jólasangurin yvir øllum tó ’O, halga nátt’. Tíðliga í 19. øld bílegði ein franskur sóknarprestur eina jólaliga yrking. Orðini hjá Cappeau og tónleikurin hjá Adam eru nú fastur táttur í flestu jólakonsertum. Hábærsliga og flótandi klaverspælið hjá Bjarna og nýggi málbúnin eftir Alexandur Kristiansen gjørdu hendan sangin eitt fragd at

syngja. Takk fyri tit báðir! Og somuleiðis ­ øll tit, sum lýddu á fløguna, takk fyri!

 

Blíðar heilsanir,

Peter